Borgarstjórar úr Suðuroynni og føroyskir stovnar á vitjan hjá Geopark Det Sydfynske Øhav
Hesa vikuna eru borgarstjórar úr Suðuroynni saman við umboðum frá Visit Faroe Islands, Tjóðsavninum og Jarðfeingi á vitjan hjá Geopark Det Sydfynske Øhav í Danmark. Endamálið við vitjanini er at fáa íblástur og vitan um, hvussu eitt geopark-øki verður skipað, ment og brúkt sum amboð til burðardygga menning, ferðavinnu og náttúruvernd.
Á skránni eru fundir við leiðsluna fyri geoparkina, umframt vitjanir á ymiskum náttúru- og mentanarøkjum í økinum. Luttakararnir fáa innlit í, hvussu arbeiðið við at sameina náttúru, søgu, gransking og lokalsamfeløg hevur verið skipað í Geopark Det Sydfynske Øhav.
Endamálið er eisini at kanna møguleikarnar fyri sterkari samstarvi og at fáa royndir, sum kunnu nýtast í suðuroynni í sambandi við náttúruvernd, menning av ferðavinnu og miðlan av føroysku jarðfrøðini og mentanararvinum.
Borgarstjórarnir leggja dent á, at suðuroyggin hevur eitt serstakt landslag og eina ríka søgu, sum hevur stóran týdning bæði fyri íbúgvar og vitjandi. Tí er týdningarmikið at læra av øðrum økjum, sum hava arbeitt miðvíst við at menna geoparkir og samstundis tryggja eina burðardygga framtíð.
Vitjanin verður mett sum eitt týðandi stig í arbeiðinum at styrkja samstarvið millum kommunur, stovnar og ferðavinnuna, og luttakararnir vænta at taka nógvar góðar royndir og hugskot við sær heim til suðuroynna.