TT

ABBA - Tribute til Ljósfestina í Vági

18.05.2026

Tey hava spælt kring alt landið, og nú koma tey til Vágs at framføra á Ljósfestini leygarkvøldið 15. august.

ABBA - Tribute hevði sínar fyrstu framførslur í januar 2024, tá ið tey spældu tvær útseldar fagnaðarkonsertir í Norðurlandahúsinum. Sama ár vóru eisini 50 ár liðin, síðani ABBA vann Eurovision Song Contest við heimskenda lagnum “Waterloo”, sum verður mett sum eitt av bestu Eurovision-løgunum nakrantíð.

Nú verður høvi at uppliva ABBA - Tribute á Ljósfestini í Vági, har nakrir av okkara fremstu tónleikarum fara at framføra fleiri av teimum kendu ABBA-løgunum. Eitt nú “Super Trouper”, “Knowing Me, Knowing You”, “The Winner Takes It All” og nógv onnur.

Tónleikararnir, sum manna ABBA - Tribute til Ljósfestina í Vági, eru:

Edith Dahl Jakobsen, sang, Ann Chanett Danielsen, sang, Bjarni Lisberg klaver og kór og Allan Tausen gittar og kór. Umframt so eru hesu eisini við í Vági. Jan Rúni Poulsen, trummur, Kristoffur Mørkøre bass, Ólavur Eyðunsson Gaard el-gittar, Kristian Pauli Ellefsen tagentar og Hans Petur í Brekkunum á saksofon.

Okur gleða okkum til eitt rimmar ABBA-kvøld á Ljósfestini leygarkvøldið 15. august í Vági.


Deil á facebook