TT

Vinnuvitjan: el, entreprenør og aftur el

13.05.2026

Herfyri vitjaði umboð frá Havna- og vinnunevndini fyritøkurnar MR-EL, løggild elinnleggjan, Sigurd Gudmundsson, entrepreneurfyritøka, og SEV.

Byrjað var hjá MR-EL, ið nærum hevur tíggju ár á baki. Hjá MR-EL starvast 13 starvsfólk, harav tríggir lærlingar og eitt skrivstovufólk. Starvsfólkahópurin er vaksin støðugt tey síðstu árini, og hava fleiri lærlingar staðið sína lærutíð har.  

Fyritøkan heldur til á Bryggjuni í Vági, og teir greiða frá, at teir arbeiða við at fáa ovaru hæddina, ið hevur inngongd frá Vágsvegi, setta í stand soleiðis, at viðskiftafólk, ið hava ørindi hjá MR-EL, kunnu brúka inngongdina móti Vágsvegi.

Arbeiðsuppgávurnar eru um alt landið; eitt nú vann MR-EL útboðið av el-arbeiðinum til nýggju battarístøðina á Sundi hjá SEV. Men størsti parturin av arbeiðsuppgávunum eru í Suðuroynni. Stjórarnir báðir, Marner og Ragnar, eru bjartskygdir og lata væl at gongdini, og vóna, at hon fer at halda fram.

Síðani var farið vestur á Eiðið har Sigurd Gudmundsson hevði basa í samband við arbeiðið at seta ljósmeistrar upp við fótbóltsvøllin.

Fyritøkan hevur nógv ár á baki; Sigurd greiðir frá, at fyritøkan varð stovnað í 1981 og tað hevur verið misjavnt, hvussu nógvar arbeiðsuppgávur hava verið, men eftir 45 ár er fyritøkan enn virkin, og drúgvu royndirnar eru eftirspurdar.

Sigurd greiðir frá teimum nógvu uppgávunum, ið hava verið gjøgnum tíðina, og serliga áhugavert er at hoyra hann greiða frá kavaruddingini til m.a. Fámara og norður í Botn.

Okur, ið eru von við góðar breiðar vegir, sótu næstan málleys meðan hann greiddi frá, hvussu hann kom fram við stóru maskinunum í kavaódn eftir einsporaðum vegum. "At arbeiða við stórum maskinum er ein lívsstílur og tað má gerast í øllum veðri", sigur Sigurd.

Sonur hansara, Eyðun, starvast saman við Sigurdi. Eyðun sigur, at hann hevur hingið uppi í pápa sínum alt tað hann minnist, so tað var púra náttúrligt at velja sama vinnuveg sum pápin. Elsta dóttir Sigurd, Siri, hevur eisini koyrt lastbil, tá hann hevur mangla bilførara.

Vinnuvitjanin endaði á Vágsverkinum hjá SEV har okur heilsaðu uppá nýggja verkmeistaran John Eli Krosslá, ið tók við eftir at Jóanes Norðberg fór frá fyri aldur.

John Eli vístu okum runt á verkinum og greiddi frá stóru broytingini ið kom, tá skipanin við battaríum og synkronkompensatori í Heiðunum kom. Tað, og at ongar luftlinjur eru longur, ger at elskipanin er meiri støðug og lættari at koyra.

Tað er gott at starvast á Vágsverkinum, og tað sæst væl, at tey, ið starvast har, eru góð við arbeiðsplássið, tí bygningurin er væl hildin; bæði rundan um bygningin og innan er alt væl frágingið.

Havna- og vinnunevndin takkar øllum fyri góða vinnuvitjan.



Deil á facebook