TT

Frá talgildum fundum til føroyskt oyggjarlív

12.05.2026

Fyrr í ár vóru Alina, Veikko og Aaro úr Finnlandi í Vági í fimm vikur sum partur av Arctic Digital Nomads verkætlanini, stuðlað av NORA (NORA Projects). Niðanfyri ber til at lesa greinina, sum Alina hevur skrivað um teirra tíð í Vági.

Vit komu við teldu, arbeiðsuppgávum og ætlanini um at halda fram við okkara vanliga gerandisdegi frá einum nýggjum staði. Tað, vit ikki heilt høvdu væntað, var hvussu nógv Vágur fór at broyta okkara hugsunarhátt.

Í Vági funnu arbeiði, náttúra og felagsskapur skjótt eina javnvág, og tað var eitt av tí besta við uppihaldinum.

Arbeiði litað av staðnum

Alina arbeiðir innan “blue economy”, við denti á at knýta vinnu og íløgur saman innan økið. Vanliga fer arbeiðið fram tvørtur um lond og tíðarsonur, gjøgnum talgildar fundir og norðurlendsk ella altjóða verkætlanir. Í Føroyum hevði hon serliga gleði av at hitta og deila tankar við fleiri aktørar innan blue economy – og sjálvandi eisini at síggja kóparnar í Sumba. Eftir heimkomu skrivaði hon eina grein um uppihaldið í blaðnum hjá sínum skótabólki og heldur fram við at brúka dømi úr Føroyum í sínum arbeiði.

Fyri Aaro og Veikko var Vágur eitt stað at fáa íblástur.

Veikko legði dent á at skráseta staðbundin fólk og landsløg. Friðsælan í Føroyum gav eitt nýtt perspektiv og møguleika at síggja umhvørvið við nýggjum eygum. Vágur var eisini eitt gott stað at hugsavna seg um skriving og aðrar framleiðsluuppgávur, sum verkætlanir í Finnlandi kravdu. Tá minni hendir rundanum, fær man í roynd og veru meira gjørt.

Veikko leigaði eisini eina súkklu í Tórshavn og hevði hana við til Suðuroyar. At súkkla í nógvum vindi og regni var ein avbjóðing. Hann hevði spurt súkkluleiguna, um mars var eitt gott tíðarskeið at súkkla í Føroyum, og tey søgdu: “it’s great!”. Tað er sjálvandi ein spurningur um sjónarmið, men honum dámdi tað væl.

Vit gjørdu eisini eina kundaverkætlan fyri finska bankan Alexandria. Aaro hjálpti Veikko, meðan Alina var modell. Vindurin á Eggjunum gjørdi sítt til, at seyðurin fekk nakað at hyggja at, meðan vit royndu at halda okkum uppi á beinunum undir arbeiðinum.

Aaro arbeiddi nógv við tekningum. Íblásturin kom frá landslagnum og smálutum í náttúruni, aldunum, bjørgunum og kensluni av at vera mitt í sterku føroysku náttúruni. Náttúran fekk eisini ávirkan á arbeiðið hjá honum, har litir, formar og umhvørvið í Føroyum gjørdust partur av kreativu tilgongdini. Fyri hann vóru gongu túrarnir millum bygdir hæddarpunktini.

 

Løtur sum sita eftir

Summar løtur sita fastari í minninum enn aðrar: aldurnar og vindurin, havhestarnir, kvinnuborðhald á kvinnudegnum, felagssangur um kvøldi, at hitta aðrar Digitalir nomadar og heimafólk, og tað gestablídni, vit møttu.

Saman við fólki í Vági skipaðu vit fyri einum archipelago-døgurða. Samrøðurnar fluttu seg millum finskt oyggjalív og føroyskt oyggjalív – ymiskar umstøður, men sama treyt: nærleiki við náttúruna og frástøða til størri miðdeplar.

Maturin var einfaldur: fiskasúpan, breyð og rogndipp. Uppskriftirnar frá kvøldinum eru at finna her. Samrøðurnar vóru óskipaðar, men ein niðurstøða stóð greið: Oyggjalív kann vera nakað heilt serligt, tá náttúra, fólk og samstarv ganga hond í hond.

Tað vit taka við okkum

Tað vóru blandaðar kenslur at fara úr Vági  – tað var gott at koma heim, men eisini trupult at fara. Vit høvdu tað sera gott.

Vit tóku ikki bara minnini við okkum heim, men fingu eisini ein øðrvísi hugsanarhátt at síggja tingini uppá. Náttúran gjørdi nógv sera greitt: hvussu stór hon er, og hvussu smá okkara egnu skipanir eru í samanbering. Samstundis mintu fólkini, vit møttu, okkum á nakað líka týdningarmikið – sambond.

Vit eru sera takksom fyri upplivingina og fyri øll, vit hittu hesar vikurnar.

Vágur er nú eitt stað, vit bera við okkum víðari. Ein áminning um, at samstarv er neyðugt, og at bæði vistfrøðiligar skipanir og loysnir verða bygdar gjøgnum samstarv. Tað er eitt stað, vit fara at venda aftur til – fysisk, tá tað ber til, men eisini í okkara hugsanarhátti og arbeiði.



Deil á facebook