TT

Endakonsert hjá Vágs Musikkskúla

11.05.2026

Vágs Musikkskúli hevði seinnapartin sína árligu endakonsert fyri skúlaárið 2025-26. Nógv børn og ung framførdu á ymiskum ljóðførum, millum annað klaver, guitar, el-guitar, trummum og bassguitar.

Framførslurnar vístu stóra menning hjá næmingunum, og áhoyrararnir fingu eina fjølbroytta og væl eydnaða konsert at hoyra.

Undir konsertini fekk Ásgerð Stenberg Olsen handað gávubræv frá Vágs Kommunu. Tað var Rógvi Kærbæck, sum vegna Mentanarnevndina handaði henni heiðurin.

Konsertin endaði við felags samanspæli, har fleir luttakarunum vóru á pallinum saman og settu eitt hugnaligt punktum fyri skúlaárið.



Deil á facebook