Fá kunning um ferðafólkaskip í Vági
11.05.2026
Aftur í ár fáa okur fleiri ferðafólkaskip á vitjan í Vági, í summar eru átta skip á skránni.
Í samband við hvørja vitjan verður tíðindaskriv sent út við nærri kunning um skipið, nær tað kemur og fer, væntaða talið av ferðafólkum, møguligar útferðir og annað viðkomandi.
Endamálið við tíðindaskrivunum er, millum annað, at geva vinnulívinum og borgarum í Vági betri møguleika at fyrireika seg undan vitjanunum.
Fyrsta tíðindaskrivið er sent út og inniheldur millum annað eitt yvirlit yvir vitjanirnar í summar umframt ferðafólkatalið, ið skipini taka.
Ynskir tú eisini at móttaka hesi tíðindaskriv, kanst tú venda tær til Edith Mariu Samuelsen á edith@vagur.fo.