TT

Alberte vitjar aftur í FabLab í Vági

09.05.2026

Alberte Holmø Bojesen, ið er útbúgvin tekstil- og tilfarsdesignari, vitjar komandi 10 dagarnar í Fab Lab Vági. Hetta er aðru ferð, at vit hava gleðina av at hava hana á vitjan. Alberte undirvísir dagliga á Tekstilhøjskolen í Danmark og arbeiðir harumframt sum sjálvstøðug við tara sum burðardygt tilfar.

Hesa ferð verður dentur lagdur á fyrireiking og heysting av tara, umframt at royna ymiskar arbeiðshættir saman við okkum í FabLab – millum annað við at lita ull og natúrligar tægrir við litevni, ið eru vunnin úr tara. Vit gleða okkum til at fáa íblástur og eina læruríka tíð saman.

Undir uppihaldinum verða verkstovur hildnar fyri borgarum og fyri næmingum á Ítróttaháskúlanum, har luttakararnir fáa møguleika at kanna tara innan burðardygga sniðgeving.

Ert tú forvitin, ert tú hjartaliga vælkomin framvið FabLab at síggja, hvat vit arbeiða við komandi vikuna. Mánadagin 11. mai er ein kreativ verkstova við algum og taraprent, har man fær høvi at gera eitt prýði til veggin ella eitt serstakt postkort. Verkstovan er frá klokkan 17.00-20.00.

Í oktober kemur Alberte aftur saman við okkara samstarvsfelaga, Floortje Zonneveld úr Hollandi, fyri at menna og víðka um seinna partin av taraverkætlanini. Har verður millum annað undirvísing saman við næmingum á lívfrøðibreytini í Miðnámsskúlanum í Hovi.


Deil á facebook