TT

Summartónar aftur í Vági

05.05.2026

Aftur í ár verða Summartónar í Vági. Tað verða trýggjar konsertir á ymiskum spælistøðum í bygdini.

Fyrsta konsertin er ein blúskonsert, sum verður Stóra Pakkhus. Uni Debess & The Tomcats bjóða til eitt kvøld, har nýggir tónar møta tí feita blues-soundinum, sum eyðkennir bólkin. Teir spæla spildurnýtt tilfar, som ongantíð er framført live áður.

Næsta konsertin verður í Vágs kirkju 5. Juli kl. 15.00 við Larceny. Larceny er ein kvintett, ið spælir nútímans jazz við íblástri frá New York, norðanlondum og ECM Records.
Konsertin er ÓKEYPIS

Seinasta summartóna konsertin í ár verður sunnudagin 13. septembur í Ruth Smith savninum. Tað er  Norðan, sum eru Angelika Hansen (violin), Thomas Loefke (harpa).
Konsertin byrjar kl 15.00 og er ókeypis.

Summartónar byrjað í mai og enda í septembur. Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld við Kristiani Black á odda, sum stendur fyri Summartónum. Summartónar fekk í 2024 FMA-heiðurin sum Ársins átak í 2024.  

Vágs Kommuna er ein av stuðlunum hjá Summartónum.

Skráin hjá Summartónum sæst talgilt her


Deil á facebook