TT

Annika Hoydal við tónleikabólki til Ljósfestina í Vági

04.05.2026

Nú kunnu okur avdúka, at okkara framúrskarandi tónleikari, Annika Hoydal, kemur at framføra til Ljósfestina í Vági leygarkvøldið 15. august 2026.

Annika Hoydal kemur saman við tónleikabólki sínum til Vágs, har hon fer at skapa eina serliga tónleikauppliving fyri gestum og vágbingum. Okur eru sera takksom fyri, at hon hevur valt at vitja Ljósfestina í ár.

Annika Hoydal er framvegis ein framúrskarandi sangarinda, sum við síni sermerktu rødd og nærveru á pallinum megnar at bergtaka áskoðararnar. Gjøgnum fleiri áratíggju hevur hon givið føroyskum tónleiki óteljandi skattir, sum framvegis liva millum fólk og verða sungnir við gleði.

Annika verður uttan iva mett sum ein av okkara størstu sangarindum og tónleikaskøldum. Serliga saman við Harkaliðnum skapti hon nógv av teimum føroysku tónleikahittunum, ið myndaðu føroyskan tónleik í sjeyti- og áttatiárunum. Sangir sum “Aldan”, “Í dans”, “15 ár”, “Lisa” og “Ólavur Riddararós” eru vorðnir ein natúrligur partur av føroyska tónleikaarvinum.

Annika Hoydal hevur í nógv ár samstarvað við fleiri av okkara fremstu tónleikafólkum, millum annað Gunnar Hoydal, Kára Mouritsen, Jógvan Dahl sáli, og Jógvan Telling Joensen. Serliga Harkaliðið setti djúp spor í føroyska tónleikaheimin, og hevur tónleikurin hjá teimum havt stóran týdning fyri fleiri ættarlið.

Sera viðkomandi er eisini, at Jógvan Dahl var ættaður og uppvaksin í Vági, og at Eigil Joensen, pápi Jógvan Telling Joensen, eisini hevði ættarbond til Vágs.

Herfyri fylti Annika Hoydal 80 ár, men hon er framvegis sera virkin á føroyska mentanarpallinum. Síðani miðskeiðis í sekstiárunum hevur hon virkað sum sangari, sangskrivari og sjónleikari bæði í Føroyum og uttanlands.

Vit gleða okkum sera nógv til eitt rimmar leygarkvøld við framúrskarandi føroyskum tónleiki, tá Annika Hoydal og tónleikabólkur hennara vitja Ljósfestina í Vági 15. august 2026.


Deil á facebook