TT

Closed for Maintenance verkætlanin í Vági

02.05.2026

Ónskvøldið komu ársins luttakarar til Closed for Maintenance til Vágs. Uppgávan var at gera ein nýggjan útsýnisstað á Vágseiðnum. Hetta fevndi m.a. um at gera eina rás, hegna økið av, seta borð og benkir upp og skelta Vágseiði. Closed for Maintenance er eitt ferðavinnuátak hjá Visit Faroe Islands.

Verkætlanin tók støði í økinum við nýggju moldgoymsluni hjá kommununi. Moldgoymslan hevur til endamáls at bøta og endurskapa lendið til sítt natúrliga skap. Í hesum sambandi var upplagt at víðka um, hvar fólk kunnu ganga og sita á Vágseiðnum.

Í tveir dagar arbeiddu luttakararnir, sum komu úr Italia, Hong Kong, Írlandi, Kanada, Fraklandi og Føroyum, við at hegna av, gera trappur, hampa um lendið, so tað er betur egnað til gongufólk, seta borð og benkir upp og seta nýtt skelti upp á Vágseiðnum.

Nýggja skeltið greiðir stutt frá, hvat kann upplivast á Vágseiðnum, og inniheldur eitt kort, sum vísir rásir, útsýnisstaðir, gomlu neystaleivdirnar og leivdirnar eftir trábananum.

Luttakararnir skuldu sjálvandi eisini uppliva, hvat Vágur hevur at bjóða. Tey vitjaðu Vágseiði, Vatnið og Eggjarnar, sóu smálomb og kappróðrarbátar, vóru til ølsmakking og lokalu barrini, og fingu mat gjørdan av einum lokalum. Men tað mest sermerkta við uppihaldinum í Vági var, at tey sluppu at búgva umborð á 140 ára gomlu sluppuni Johanna TG326.

Arbeiðið er nú liðugt, og vágbingar og vitjandi kunnu fara út til nýggja útsýnisstaðin og njóta Vágseiði frá einum nýggjum sjónarhorni.

Í dag fara luttakararnir útferð til Sandvíkar, áðrenn leiðin gongur við tyrluni hjá Atlantic Airways til Havnar, har endaveitslan fyri átakinum er í kvøld.

Vágs Kommuna takkar luttakarunum, starvsfólkunum hjá kommununi, teimum lokalu, sum hjálptu til, og Visit Faroe Islands fyri hetta Closed for Maintenance átakið.



Deil á facebook