Opið hús í frítíðarskúlanum í summarfrítíðini
30.04.2026
Hevur tú brúk fyri einum tryggum og hugnaligum staðið til títt barn í byrjanini av summarfrítíðini hjá skúlanum? Frítíðarskúlin í Vági bjóðar børnum í 1., 2. og 3. flokki vælkomin í opið hús í tvær vikur eftir, at skúlafrítíðin er byrjað – frá týsdegnum 23. juni til og við fríggjadagin 3. juli.
Opið er hvønn gerandisdag millum klokkan 9.00 og 14.00, og børnini kunnu koma og fara frítt. Starvsfólk eru til staðar og skipa fyri ymiskum stuttligum virksemi, bjóða lætt ábit og tryggja, at børnini hava eitt gott og trygt stað at vera. Opið hús er ókeypis.
Tilmelding er tó neyðug, so frítíðarskúlin kann tryggja rætta mannagongd, starvsfólk og innkeyp. Tilmeldið tykra barn her.
Okur gleða okum at síggja børnini í frítíðarskúlanum!