TT

Blómur til gravir – kommunan biður um umbering

30.04.2026

Í vetur, og serliga um páskirnar, vóru avbjóðingar við seyði, sum slapp inn í kirkjugarðin á Oyrunum. Hetta hevði við sær órógv fyri tey, hvørs kæru hava eitt hvílustað í kirkjugarðinum. Nú tað várar, bjóðar kommunan blómur til gravirnar.

Í dag hevur kommunan sett summarblómur yvir í kirkjugarðin, har tey avvarandi kunnu fáa sær tvær blómur at planta á gravirnar.

Kommunan arbeiðir støðugt fyri at tryggja, at kirkjugarðurin er eitt virðiligt og friðarligt stað. Og í samband við seyð, so hevur kommunan sett hægri hegn upp rundan um kirkjugarðin.

Okur í Vágs Kommunu eru sera hørm um og biðja um umbering fyri tað órógv, sum avbjóðingarnar við seyði førdu við sær.


Deil á facebook