TT

Eystara kampingøkið dagført til Dansibandsfestivalin

28.04.2026

Nú um vikuskiftið verður árligi Dansibandsfestivalurin hildin í Vági, og í hesum sambandi leita nógv fólk og kampingvognar sær til býin.

Fyri at betra um umstøðurnar hjá kampinggestum hevur Vágs Kommuna dagført eystara kampingøkið. Økið er vanliga parkeringsøkið hjá ítróttarannlegginum, men undir Dansibandsfestivalinum verður tað umgjørt til eitt stórt kampingøki.

Kampingøkið - eystanfyri og vestanfyri - er aftur í ár útselt. Í alt eru 48 kampingpláss tøk, og væntandi verður nógv lív og góður stemningur á økinum alt vikuskiftið.


Deil á facebook