Útbygging av Heilsumiðstøðini í Vági
Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð ein týðandi avgerð tikin, tá tað var einmælt samtykt at fara undir at prosjektera eina útbygging av Heilsumiðstøðini í Vági. Avgerðin er eitt stig fram á leið í arbeiðinum at styrkja heilsutænasturnar í økinum og tryggja borgarunum betri atgongd til tænastur nær heimstaðnum.
Heilsumiðstøðin er felags ogn hjá Hovs, Porkeris, Sumbiar og Vágs kommunum, og hava kommunurnar í felag sett pening av til prosjekteringina. Sambært avgerðini fer hetta arbeiðið í gongd beinanvegin, so grundarlagið kann leggjast fyri eina framtíðar útbygging.
Seinnu árini eru fleiri ábøtur gjørdar á Heilsumiðstøðini, og kommunurnar hava greitt frá, at tær vilja halda fram við hesum arbeiði. Endamálið er at menna og dagføra karmarnar, so teir betri samsvara við tørvin hjá borgarunum og teimum heilsutænastum, ið verða veittar.
Í dag eru longu nógvar ymiskar tænastur knýttar at Heilsumiðstøðini, men ætlanin er at víðka um virksemið. Við einari útbygging verður møguleiki at leggja enn fleiri tænastur nærri borgarunum, sum bæði kann lætta um gerandisdagin hjá teimum og styrkja heilsuverkið í økinum. Somuleiðis er væntandi, at umstøðurnar hjá kommunulæknunum verða munandi betri við einari nýggjari og dagførdari heilsumiðstøð.
Forkvinnan í Sosialu og heilsunevndini, Rakul Nolsøe í Lágabø, og borgarstjórin, Bjarni Johansen, siga seg vera fegin um, at arbeiðið nú fer í gongd. Tey vísa á, at tað hevur stóran týdning fyri økið, at tær tænastur, sum longu eru, fáa betri og tíðarhóskandi umstøður.
Prosjekteringin, sum nú verður sett í gongd, fer at leggja dent á, hvussu útbyggingin best kann skipast, bæði við atliti at tørvi, arbeiðsumstøðum og framtíðar menning. Hetta er sostatt eitt týdningarmikið fyrsta stig í einari størri ætlan um at menna heilsutænasturnar í sunnaru parti av landinum.