TT

Hevur tú áhuga í at gera mun fyri nýggjar borgarar í Suðuroy og brennir tú fyri integratiónsøkinum?

24.04.2026

Kommunurnar í Suðuroy eru farnar í samstarv um integratión, og søkja tí eftir fólki til nýggja starvið sum integratiónssamskipari. Starvið er at vegleiða, hjálpa og vísa á møguleikar og tænastur í kommununum fyri tilflytarum og øðrum, sum hava tørv á integratión í Suðuroy.

Kommunur eru nærmasti myndugleiki í økinum, har tilflytarin býr og tí er umráðandi, at tú kemur at kenna nærumhvørvi í kommununum, og at tú við tínum persónligu eginleikum hevur lætt at skapa sambond við allar viðkomandi áhugapartar.


Starvið fevnir millum annað um:

  • At skipa fyri sosialum, mentanarligum og integratións fremjandi tiltøkum.
  • Stuðla nýggjum tilflytarum í at læra føroyskt og skilja føroysk viðurskifti, herundir skyldir, tænastur og rættindi.
  • At stuðla nýggjum borgarum í at byggja sosial netverk og koma í samband við lokalsamfelagið.
  • At samskifta við myndugleikar, stovnar, felagsskapir og onnur, sum arbeiða við integratión.
  • At halda kunnandi fundir fyri nýggjum tilflytarum í kommununi.
  • At framleiða kunnandi tilfar.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur viðkomandi miðallanga útbúgving, so sum sosialráðgevi, og/ella viðkomandi royndir við at arbeiða við integratión.
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit.
  • Ert jalig/ur, tolin og hevur góð evni at samskifta, lurta og skapa álit.
  • Dugir væl føroyskt og enskt, bæði í skrift og talu.
  • Hevur góðar samskiftisførleikar.
  • Hevur gott samfelagsligt innlit.

 Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og avbjóðandi starv innan fjølmentan og integratión.
  • Møguleika at gera ein týðandi mun fyri nýggjar borgarar.
  • Møguleikar fyri fakligari menning innan integratión og fjølmentanarligt arbeiði.
  • Broytiligar arbeiðstíðir, ið verða tilpassaðar virkseminum hjá integratiónssamskiparanum.

Setanarviðurskifti:
Talan er um tíðaravmarkað starv í trý ár frá starvsetan. Starvið er fulltíðarstarv, men parttíðarstarv kann eisini koma uppá tal. Arbeiðsøkið fevnir um allar kommunurnar í Suðuroy. Starvstaðurin er í Vági og á Tvøroyri, men í tøttum samstarvið við allar kommunurnar í oynni.

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið.

Starvsbyrjan er 1. juli 2026 ella eftir nærri avtalu.

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum. Kommunurnar tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og – um neyðugt – at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her.

Umsóknin skal, saman við prógvum, lívrensl og møguligum viðmælum vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. mei 2026.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Magnus Paula West, trivnaðarleiðari, teldupostur magnus@vagur.fo, telefon 239392 ella Teitur Rubæk Rasmussen, fíggjarleiðara, teldupostur teitur@tvoroyri.fo, telefon 781132.


Deil á facebook