Cruisearbeiðið í Vági vekir áhuga
Seinastu árini hevur Vágs Kommuna arbeitt við at fáa fleiri ferðafólkaskip til Vágs. Arbeiðið hevur givið góð úrslit, og áhugin er vaksin.
Á heysti 2022 varð farið undir miðvíst arbeiði at fáa fleiri ferðafólkaskip at vitja Vág. Síðani hevur gongdin verið jalig, og talið av skipum er vaksið ár fyri ár.
Bæði í 2023 og 2024 komu eitt ferðafólkskip. Men longu í 2025 vaks talið, og vóru tá sjey skip á skránni, tó avlýsti eitt vegna veður. Í 2026 eru átta skip í løtuni á skránni, og koma tey eftir ætlan í mai, juni, juli og august. Fyrsta skipið kemur 22. mai.
Vitjanirnar í 2025 vóru væl móttiknar, og bæði handilslív, heimafólk og aðrir partar, sum eru við til at skapa góðar karmar um hvørja vitjan, vóru jalig um gongdina. Eisini merkist áhugin fyri vitjanunum í 2026.
Ferðafólkaskip bóka vanliga vitjanir fleiri ár frammanundan, og tí verður støðugt arbeitt við at menna umstøðurnar á Vágs Havn. Millum annað er arbeiði í gongd við at gera ein pullart, sum fer at styrkja um møguleikarnar at taka ímóti størri skipum í framtíðini.
Vitjan frá Sunda Kommunu
Menningin hevur vakt ans aðrastaðni í Føroyum og í tí sambandi hevði Vágs Kommuna vitjan av Sunda Kommunu, ið hevur ætlanir um at byrja arbeiði at fáa ferðafólkaskip til kommununa.
Á vitjanini fekk Sunda Kommuna innlit í arbeiðið og royndirnar, sum eru gjørdar í Vági seinastu árini.
Tað er jaligt at síggja, at royndirnar í Vági hava vakt áhuga og kunnu geva íblástur aðrastaðni í Føroyum.