Námsfrøðingar til dagstovnaøkið
Vágs Kommuna søkir eftir námsfrøðingum at starvast millum 25 - 35 tímar um vikuna, at byrja í august 2026, talan er bæði um føst- og tíðaravmarkaði størv.
Eikilund, Sóljan, Frítíðarskúlin og Ungdómshúsið mynda dagstovnaøkið, men hava sjálvstøðugar karmar at virka undir. Náttúran og nærumhvørvið seta sín dám á gerandisdagin í dagstovnaøkinum.
Okur vænta, at tú:
- kanst arbeiða sjálvstøðugt, men dugur at samstarva
- er jalig/ur og sær møguleikar, heldur enn forðingar
- tekur ábyrgd og setur tær mál
- skapa góðar og tryggar umstøður í gerandisdegnum saman við børnum
- ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
Okur bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á dagstovnaøkið hjá Vágs Kommunu.
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Skrivlig umsókn saman við prógvi, lívrensl og møgulig viðmælir verður send umvegis HR-skipanina her. Freistin at søkja er 8. mai 2026. Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Eyðhild Mørk og Helenu Hergeirsdóttir, dagstonvaleiðarar, á telefon 239341 239343 ella umvegis teldupost eydhild@vagur.fo og helena@vagur.fo.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í staðin.