TT

Nýggju ljósmeistrarnar reistar

23.04.2026

Í gjár kom seinasta ljósmeisturin upp at standa við fótbóltsvøllin á Eiðinum.

Tað var í fjør, at býráðið samtykti, at nýggir ljósmeistrar skuldu setast við fótbóltsvøllin á Eiðinum. Arbeiðið byrjaði seint í fjør, har størri lendisarbeiði hevur verið kring vøllin. Hetta arbeiðið skuldi til fyri, at fundamentini til ljósmeistrarnar kundu gerast, og so ljósmeistrarnir kundu reisast.

Alt arbeiðið hevur tekniska deild hjá kommununi staðið fyri. Deildin hevur fingið ráðgeving frá Verkfo, og entreprenørfyritøkan Norcon hevur staðið fyri lendisarbeiðnum og at gera fundamentini saman við øðrum lokalum veitara. El-fyritøkan MR-EL hevur staðið fyri el-arbeiðnum.

Ljósmeistrarnir eru av slagnum Slip Joints, og er tað fyritøkan Musco Lighting/Lumalysteknik, sum hevur leverað og staðið fyri arbeiðnum at reisa meistrarnar. Meistrarnir eru liður í at uppfylla krøvini frá FSF til 350 lux ljós, ið er krav til fóltbólt í Meistaradeildini. Ljósmeistrarnar eru framtíðartryggjaðar at kunna lýsa upp til 500 lux. Vatnleiðing er eisini løgd kring vøllin til at vanda vøllin, og eru kaðalar eisini lagdir til VAR-skipanina.

Arbeitt verður nú at íbinda ljósmeistrarnar, og væntað verður, at meistrarnir lýsa innan eina til tvær vikur. Arbeiðið kring vøllin heldur fram til beint eftir summarfrítíðina.



Deil á facebook