TT

Seglbátur vitjar á Vág

22.04.2026

Tíðliga í morgun fekk Vágs Havn vitjan av einum seglbáti, skrásettur í Fraklandi. Seglbáturin er komin úr Kirkwall við seks ferðafólkum umbórð og fer víðari til Tórshavn eftir steðgin í Vági.

Hetta er annar seglbátur, sum hevur vitjað í ár. Fyrsti báturin kom longu í januar.

2025 gjørdist eitt metár fyri vitjanir av seglbátum, tá 59 bátar við umleið 140 fólkum umbórð komu. Seglbátarnir lógu í miðal tríggjar dagar í Vági.

Góða gongdin seinastu árini gevur góðar vónir til 2026, og spennandi verður at síggja, hvussu nógv vitjanir koma komandi mánaðirnar.


Deil á facebook