Framsýning hjá Vágs Kvøldskúla
17.04.2026
Vágs Kvøldskúli bjóðar til eina hugnaliga løtu nú kvøldskúlaárið 2025/2026 er liðugt. Tað verður týsdagin 28. apríl, frá klokkan 19.00–21.00 í Miðlatúni.
Á skránni verður:
- Prógvhandan til næmingar, sum hava tikið Dugnaskapsprógv
- Framsýningar frá kreativu lærugreinunum
Hetta er eitt gott høvi hjá borgarum og luttakarum at hitta og heilsa upp á føstu lærararnir.
Kvøldskúlin bjóðar kaffi og kaku.
Framsýningarnar verða frammi restina av vikuni og kunnu síggjast í upplatingartíðini hjá Miðlatúni.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Vinaliga
Tina Grønbech
Kvøldskúlaleiðari