Vinnudagurin hjá Vágs Kommunu
Árligi vinnudagurin hjá Vágs Kommunu verður ónsdagin 13. mai. Vinnudagurin er ætlaður vinnurekandi í Vági og áhugaðum samstarvsfeløgum hjá fyritøkum í Vági og kommununi.
Vinnudagurin verður hildin á Garðslon, har byrjað verður klokkan 12.00 við ábiti, og klokkan 13.00 bjóðar forkvinnan í Vinnu- og havnanevndini vælkomin. Aftaná verða tríggjar áhugaverdar og viðkomandi framløgur:
- Stjórarnir Jaspur og Reimund Langgaard frá Kodio greiða frá um strategiina hjá fyritøkuni at vaksa og at fara út um landoddarnar.
- Deildarleiðarin fyri sølu og innkeyp hjá MEST, Richard Mortensen, kemur at greiða frá um virksemi og kósina framyvir hjá MEST.
- Niclas Heri Jákupsson kemur at greiða frá um at selja – hvussu man gerst uppsøkjandi og proaktivur og hevur virðiligt samskifti við kundarnir.
Eftir framløgurnar verður høvi til prát, netverkan og at njóta okkurt leskiligt á Jugga.
Luttøka og tilmelding
Vinnudagurin er ókeypis fyri fyritøkur í Vági. Fyritøkur og samstarvsfelagar uttanfyri Vág eru eisini vælkomin at luttaka, kostnaður fyri hvørt umboð er 400 kr.
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til edith@vagur.fo og upplýsa, hvussu nógv koma frá tykkara fyritøku. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 8. mai.