Moldgoymslan tekur skap – nú verður tikið í móti avskurði
15.04.2026
Arbeiðið at gera moldgoymsluna er í gongd, men longu nú ber til at koyra gras og avskurð frá havum vestur í moldgoymsluna - atkoma er frá Eiðisvegi.
Vágs Kommuna samtykti í desembur at keypa eitt øki vesturi á Eiðinum við tí endamáli at gera eina moldgoymslu. Samstundis so skal útgrevsturin og annað tilfar, sum verður koyrt vestur á økið, nýtast til at bøta um lendið, so tað við tíðini fær eitt meira náttúrligt dám aftur.
Fyrireikingarnar eru framvegis í gongd, men borgarar kunnu nú koyra gras og avskurð frá havum vestur í moldgoymsluna. Kommunan hevur sett eina bingju upp, har avskurður kann latast.
Atkomuvegurin til moldgoymsluna er frá Eiðisvegi, og niðanfyri er ein tekning, sum vísir, hvussu koyrast kann til økið.