Árligi ruddingardagurin í kommununi verður leygardagin 18. apríl
14.04.2026
Kommunan skipar fyri ruddingardegi leygardagin 18. apríl, og bjóðar øllum í bygdini at luttaka í eini felags roynd at halda umhvørvið reint og vakurt.
Posar, handskar og vatn kunnu heintast í Miðlatúni frá kl. 10.00 leygardagin, opið er til kl 14.00.
Lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi. Tá tað er liðugt at rudda, verða ruskposarnir settir fram við vegnum, so arbeiðsmennirnir fáa tikið teir upp.
Okur vóna, at nógv fólk taka lut og stuðla undir týdningarmikla arbeiðinum at halda vágsbygd reina.