Smærri asfalteringsarbeiðir
08.04.2026
Í dag, 8. apríl, og vikuna út verða smærri asfalteringsarbeiðir gjørd í Vági. Hesi vegastrekkir verða ávirkaði:
- fram við Vágsvegi
- við Líðarveg
- eystaramegin á Báraldarbrekku
- við Bøgøtu/Skálaveg
Í samband við asfalteringsarbeiðini, so verður fresað og klárgjørt og síðani asfaltera.
Myndin niðanfyri vísir, hvar arbeiðini verða. Vágs Kommuna heitir á bilførarar og fólk til gongu um at ansa sær á hesum vegastrekkjum.