TT

Closed for Maintenance - Vágur er við og tú kanst eisini!

02.04.2026

Visit Faroe Islands: Aftur í ár fara sjálvboðin til verka kring landið í samband við átakið ‘Closed for Maintenance, Open for Voluntourism’, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Átakið verður 30. apríl til 2. mai.

Átakið var fyrstu ferð í 2019 og hetta er sostatt áttandu ferð skipað verður fyri átakinum, sum veruliga hevur prógvað sítt virði sum eitt gott amboð til at savna fólk um uppgávuna at fyrireika Føroyar til ferðavinnu-háárstíðina. Somuleiðis er hetta ein góð uppliving, har til ber at hitta fólk frá øllum heiminum og vera saman um at loysa eina ítøkiliga og meiningsfulla uppgávu.

Altjóða hevur átakið vakt miklan ans og hvørt ár eru túsund tals fólk sum vilja til Føroyar at vera partur av átakinum. Í ár søktu 5315 fólk um tey 80 plássini, sum verða tillutað til útlendsk sjálvboðin.

Áhugin hjá føroyingum at vera við hevur eisini verið stórur og er vaksin støðugt hvørt ár. Í ár bjóða vit 40 sjálvbodnum føroyingum at verða partur av átakinum.

Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at tey sjálvbodnu tíma at arbeiða hart í tveir og ein hálvan dag. Tey sjálvbodnu sum eru við í verkætlanini fáa bjóðað gisting og mat afturfyri arbeiðsdagarnar ið enda við eini veitslu.

Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin at tekna seg er fríggjadagin 17. apríl.

Vágs Kommuna er við

Verkætlan nummar 4 er hjá Vágs Kommunu. Um verkætlanina skrivar Visit Faroe Islands;

Vesturi á Eiðinum er eitt av teimum vakrastu og best umtóktu útsýnisstøðunum í Suðuroy, har bæði heimafólk og vitjandi koma at njóta stórsligna útsýnini út á opna havið.

Sum sjálvboðin fert tú at hjálpa við at gera eitt lítið útsýnisøki. Arbeiðið fevnir um at gera eina stutta gøtu, fyrireika undirlagið og seta upp sitipláss úr náttúrutilfari, sum fella væl inn í landslagið.

Sjálvboðin fara at búgva umborð á Johannu TG326, sum gevur eitt serligt innlit í sjólívi og gerandislívið í gomlum døgum í Suðuroy — ein serstakur máti at uppliva oynna, samstundis sum tú ert við til at røkta eitt av hennara eyðkendu útsýnisstøðum.

Lesið um allar verkætlanirnar á ársins Closed for Maintenance her



Deil á facebook