TT

Teppið hjá Lenu Marczynska

27.03.2026

Vágs kvøldskúli: Lena Marczynska er sjálvstøðugur sniðgevi við royndum í industriellum og listaligum sniði. Hun býtir sína tíð millum Ísland, Pólland og Portugal og arbeiðir á markamótinum millum burðardygga nýhugsan, ringbúskap (cirkulær økonomi) og nútíðar tekstil praksis.

Sum partur av uppihaldinum í Vági í gjøgnum stuðulsmøguleikan Arctic Digital Nomad hevur Lena arbeitt samen við Anju Johansen, sum er undirvisari í Vágs kvøldskúla, og øðrum borgarum í vevstovuni í Vági. Við eldhuga og miðvísum arbeiði eydnaðist tað henni at gera sítt grafiska teppið liðugt, áðrenn hon fór úr Vági.

Í meðan Lena var í Vági - góðar tveir mánaðar - hevði hon fleiri verkstovur við ymiskum teknikkum í veving. Í samband við verkstovurnar nýtti hon hentleikarnar hjá FabLab Vágur til at 3D prenta útgerð og at laserskera rammuvevar.

Lena fann íblástur til litirnir í føroyska flagginum og í ríka fuglalívinum í Føroyum. Úrslitið sæst her.

Okur takka Lenu fyri hennara íkast til kvøldskúlan, sigur Tina Grønbech, kvøldskúlaleiðari.

Myndir: Agata Melnyk



Deil á facebook