Earth hour: Vágur sløkkir ljósini í 1 tíma
27.03.2026
Aftur í ár er Vágs Kommuna við í Earth hour átakinum. Earth Hour heitur á øll um, at sløkkja ljósini klokkan 20.30 og ein tíma fram. Endamálið við átakinum er, at fáa fólk kring heimin at hugsa um verðurlagsdbroytingarnar og harvið umhvørvi. Í ár fellur Earth Hour á leygardagin 28. mars. Hendan leygardagin millum klokkan 20.30 og 21.30 sløkkir kommunan øll gøtuljós. Vágs Kommuna heitur eisini á borgarar um eisini at sløkkja ljósini hendan tíman. Harvið kunna okur vera saman um Earth Hour.
Hendan tíma hava vágbingar so møguleika at uppliva Vág í myrkri, uttan órógvandi ljós frá gøtuljósunum.