TT

Asfalteringin heldur fram - 20. mars

19.03.2026

Asfalteringsarbeiðið á Vágsvegi heldur fram í morgin, 20. mars. Asfalterað verður sunnara koyribreyt frá kirkjuni og út til rundkoyringina. 

Arbeiðið verður fyriskipa soleiðis:  

Frá klokkan 7.00 - 16.00 (vegleiðandi)

  • Byrjað verður um morgunin at asfaltera sunnaru koyribreytina frá kirkjuni og út til rundkoyringina. Koyribreytin á hesum vegastrekkið er stongd fyri ferðslu, í meðan asfalterað verður. Norðara koyribreytin er tó opin fyri ferðslu og ferðslan verður leidd. Víst verður tó til Toftaveg, sum er opin fyri ferðslu.
  • Um bilar skulu oman á kaiina, so er vegurin við minnisvarðan opin. 
  • Bilar sum skulu við Smyrli verða bidnir um at koyra eftir Toftavegi.
  • Vágsvegur verður eftir at asfalteringsarbeiðið er liðugt, stongdur frá kirkjuni og út til rundkoyringina til midnátt fríggjadagin, 20. mars.

Bilførarar mugu geva arbeiðinum ans, bera yvir broyttu ferðsluviðurskiftinum og koyra varliga.


Deil á facebook