TT

Okur siga ja takk til oljuvinnuna

18.03.2026

Borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, beyð herfyri lokalu handverkarafyritøkunum MR-EL, Tangavirkið, Rock Trawldoors og Vágs skipasmiðju á fund fyri at umrøða møguleikan hjá Vágs Havn at gerast veitingarhavn um Føroyar fara í oljuvinnuna, og eisini hyggja eftir, hvat ber til her og nú við verandi virksemi á teimum oljufeltum ið liggja ein landssynning úr Føroyum.

Marin Gårdlykke, forkvinna í Havna- og vinnunevndini, legði fram um virksemið í nærliggjandi oljufeltum og hvussu virksemið hjá eini frálandahavn kann skipast.

Fundurin varð hildin á kommunuskrivstovuni í morgun har m.a. varð umrøtt møguligan leiklut hjá Vágs Havn sum frálandahavn, útboð av MRO - tænastum (maintenance, repair og overhaul/operations), infrastruktur og aðrar veitingar og tænastur í økinum.

Samskifti varð gott, og greitt varð eftir fundin, at hetta er ein uppgáva sum kann lyftast í felag.

Vinnumennarin hjá Vágs kommunu, Edith M. Samuelsen, fer í framhaldi av fundinum at lyfta uppgávuna til næsta stig og fyriskipa viðkomandi tiltøk og fundir hesum viðvíkjandi.


Deil á facebook