Vágsvegur verður asfalteraður í morgin - 19. mars
18.03.2026
Fyrireikingarnar til asfalteringina hava gingið so mikið væl, at Vágsvegur verður longu asfalteraður í morgin, tórsdagin 19. mars.
Arbeiðið verður fyriskipa soleiðis:
Frá klokkan 7.00 - 16.00 (vegleiðandi)
- Byrjað verður um morgunin at asfaltera norðaru koyribreytina vestureftir. Í meðan verður uttari partur av Toftavegi lukkaður, soleiðis at eingin ferðsla sleppur frá rundkoyringini og niðan á Toftaveg. Vágsvegur er opin fyri ferðslu á sunnaru koyribreytini.
- Ferðslan verður leidd.
Frá klokkan 17.00 - 19.00 (vegleiðandi)
- Uttari partur av Toftavegi verður opin fyri ferðslu, tá norðara koyribreytin er liðugt asfaltera. Tá norðara koyribreytin av Vágsvegi er asfalterað, verður asfalterað úteftir á sunnaru koyribreytini.
- Sunnara koyribreytin verður asfalterað so langt út, sum asfalti røkkur. Restin av Vágsvegi, sum ikki verður asfalterað í morgin, verður asfalterað í komandi viku.
- Vágsvegur er stongdur frá minnisvarðanum og út til Heimavirki.
- Um bilar skulu oman á kaiina, so kann koyrast vestureftir frá rundkoyringini og oman eftir kaibrekkuni.
- Bilar sum skulu við Smyrli klokkan 17:30 verða bidnir um at koyra eftir Toftavegi.
Frá klokkan 19.00 - 7.00 fríggjamorgunin (vegleiðandi)
- Vágsvegur verður eftir at asfalteringsarbeiðið er liðugt, stongdur til klokkan 7.00 fríggjamorgunin, 20. mars.
- Víst verður til Toftaveg.
Bilførarar mugu geva arbeiðinum ans, bera yvir broyttu ferðsluviðurskiftinum og koyra varliga.