TT

Fyrireikingarnar til asfaltering á Vágsvegi halda fram

16.03.2026

Í vikuni halda fyrireikingarnar til at asfaltera Vágsveg fram, og næstu dagarnar verður vegurin høvlaður.

Um alt gongur sum ætlað, og veðrið loyvir tí, verður Vágsvegur asfalteraður innan næstu 8–10 dagarnar. Tá asfalterað verður, verður Vágsvegur stongdur fyri almennari ferðslu, og víst verður til Toftaveg. Kommunan heitir á borgarar, sum parkera bilin á Toftavegi, um at parkera bilin á almennu parkeringsplássunum, tá Vágsvegur verður stongdur – hetta er so, at ferðslan eftir Toftavegi verður tarnað minst møguligt.

Kunnað verður, tá Vágsvegur verður asfalteraður  

Tekniska deild fer í komandi viku at eftirhyggja asfalteringsarbeiðið á Fossavegi. Um borgarar hava viðmerkingar til arbeiðið fram við teirra ogn, kunnu tey venda sær til tekniska leiðaran, Linn M. Augustinussen, á telduposti linn@vagur.fo.


Deil á facebook