TT

Fyrireiking til moldgoymslu farin í gongd

14.03.2026

Arbeiðið at fyrireika moldgoymsluna er nú farið í gongd, og væntast arbeiðið at taka nakrar vikur.

Tá fyrireikingararbeiðið er liðugt, verður klárt at taka ímóti avgrevstri og  avskurðum av trøðum, buskum og øðrum líknandi úr havanum.

Endamálið við moldgoymsluni er at savna og umsita slíkt tilfar á ein skipaðan hátt. Um nøkur ár verður økið aftur í upprunaligum standi og ein náttúrligur partur av vakra lendinum á Eiðinum.



Deil á facebook