TT

Gondolir á Vágsfirði – nýtt tilboð til ferðafólk

01.04.2026

Vágs Kommuna arbeiðir í løtuni við einari nýggjari og serstakari verkætlan, sum skal styrkja upplivingina hjá ferðafólkum á ferðafólkaskipum, ið vitja Vág. Í samband við vaksandi talið av ferðafólkaskipum á Vágs havn verður nú arbeitt við einari verkætlan, har gondolir fara at sigla á Vágsfirði.

Hugskotið er fingið við íblástri úr Venedig í Italia, har gondolir í nógv ár hava verið ein sermerktur partur av ferðavinnuni. Ætlanin í Vági er, at smáar gondolir skulu sigla framvið bryggjukantinum, neystunum og fjørðini annars, so ferðafólk kunnu uppliva Vág frá sjónum, sigur Marin H. Gårdlykke, forkvinna í Havna- og vinnunevndini.

Umborð á gondolunum verða serliga útbúnir “gondolierar”, og ætlanin er eisini, at teir verða í eyðkendum klæðum, sum okur eisini kenna frá Venedig. Arbeitt verður í løtuni við at laga upplivingina til føroysk viðurskifti, har gondolierarnir fortelja um søgur og hendingar í Vági og eisini kvøða føroysk kvæði fyri ferðafólkunum, meðan róð verður.

Vágs Kommuna hevur havt fyrstu samrøðurnar við pensionistafelagið, ið ætlandi kemur at samstarva við kommununa. Samráðingarnar taka støði í praktiskum viðurskiftum, so sum trygd, bryggjuviðurskiftir og møguleikar fyri at hava gondolirnar tøkar, tá ferðafólkaskip liggja við bryggju. Somuleiðis verður arbeitt við at finna røttu mennirnar og kvinnurnar, ið bæði kunnu útbúgvast sum gondolierar og hava røddina til at kvøða.

Hett verður eisini á almenningin, at venda sær til kommununa, um tikur vita um fólk, sum høvdu hóska seg væl at verið gondolier.

Ætlanin er at hava gondolirnar klárar til 22. mai í ár, tá fyrsta ferðafólkaskipið, Greg Mortimer, kemur á Vág.


Deil á facebook