TT

Forkvinnan setti Vinnan á vitjan

07.03.2026

Tað var forkvinnan í Havna- og vinnunevndini, Marin H. Gårdlykke, sum setti Vinnan á vitjan. Lesið niðanfyri røðuna.

Setan vinnan á vitjan

Hjartaliga vælkomin til Vinnan á vitjan ið er fyri fimmtu ferð í Vágs skúla.

Takk til tykkum øll, ið eru møtt her og takk fyri alla orku, ið tit leggja í hetta tiltakið og eru við til at kveikja áhugan hjá teimum ungu um arbeiði og útbúgving.

Fyri skjótt seks árum síðani sótu vit á fundi í havna- og vinnunevndini í Vágs kommunu og tosaðu um møguleikar fyri at sjónliggera vinnulívið í oynni fyri skúlanæmingum, og harfrá er Vinnan á vitjan sprottið. Tiltakið hevur frá byrjan av verið væl vitjað og í ár eru fleiri nýggjar fyritøkur við.

Hvørjar fyritøkur eru í Suðuroynni, er kanska ikki tað sum er “top of mind” hjá skúlanæmingum – tað er nógv annað, ið fyllur nógv meir – og soleiðis skal tað verða.

Onkur hevur kanska longu ein dreym um útbúgving og starv, onkur annar kennur sínar styrkir og veit á leið hvagar vegurin skal liggja, meðan onnur eru opin fyri møguleikum og hvat framtíðin fer at bjóða.

Tí er tað upplagt, at vit møtast her í dag og eru forvitin og kveikjandi, tí fyrst og fremst, so hevur Suðuroyggin brúk fyri tykkum øllum – vinnulívi og ungdómi, men tað hava allar Føroyar so sanniliga eisini.

Tað eru nógvir hættir at skipa sína útbúgvingar- og starvsleið; fyri summi er vegurin til inntøku stuttur og hjá øðrum er hann langur. Í dag eru vit ung og væl fyri í øgiliga nógv ár, og tað letur upp fyri, at tað ber til at skipa seg øðrvísi. Tað ber t.d til at fara á Bakkafrost ella umborð á Smyril í tvey ár og savna sær pengar saman – so hava tit innskotið fyri tykkara nýggja heimið tá tit einaferð eru liðug at lesa ella læra.

Skal tú arbeiða fyri onkran ella vil tú starta títt egna? Skal tú arbeiða í Suðuroynni ella er tað líka mikið hvar tú endar?

Eg vóni í øllum førum, at nógv av tykkum ungu verða verðandi her ella venda aftur eftir loknan lesnað. Og eg ynski tykkum øllum, almenn og privat, hepna hond við at reka tykkara virksema og verða viðvirkandi positivu atdráttarmegina fyri oynna.

Og við hesum orðum er vinnutiltakið vinnan á vitjan sett.


Deil á facebook