Takk fyri eitt gott Vinnan á vitjan
06.03.2026
Takk fyri eitt gott og gevandi Vinnan á vitjan 2026
Í dag var aftur skipað fyri tiltakinum Vinnan á vitjan, har næmingar og ung í Suðuroynni fingu høvi at hitta fyritøkur og stovnar og hoyra meira um arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar. Endamálið við tiltakinum er at vísa ungdóminum, hvussu fjølbroyttir møguleikarnir eru á arbeiðsmarknaðinum í oynni, og samstundis geva fyritøkum møguleika at vísa seg fram sum arbeiðspláss hjá komandi ættarliðnum.
Okur takka øllum fyrilestrahaldarum, fyritøkum, stovnum, næmingum, lærarum og øllum øðrum, ið vitjaðu og vóru við til at gera dagin so góðan.
Takk fyri góða undirtøku – okur gleða okum longu til næstu ferð!
Sí myndasavnið niðanfyri. Myndamaðurin var Bárður Augustinussen.