TT

Seinni bólkurin av Arctic Digital Nomads komnir til Vágs

06.03.2026

Seinni bólkurin av Arctic Digital Nomads er nú komin til Vágs. Aaro, Alina og Veikko eru komin til býin úr Turku og Helsinki í Finnlandi.

Áhugin fyri at koma til Føroyar og til Vágs var sera stórur. Bara í ár komu heili 14.846 umsóknir til Arctic Digital Nomads Grant.

Um tú hevur sæð ein súkklara, sum stríddistí mótbrekku millum Tvøroyri og Vág, var tað helst Veikko, sum var á veg suður.

Bólkurin av ungu finnlendingunum fer at búgva á Fossavegi næstu fimm vikurnar. Alina arbeiðir sum ráðgevi innan maritima nýskapan og íverksetan, Veikko er fotografur, og Aaro er industriellur designari. Tey arbeiða við mongum ymiskum evnum – frá fígging í sjóvinnuni til mentanarligar verkætlanir – so uttan iva verða nógv áhugaverd prát undir uppihaldinum.

“Tað dámar okkum væl at vera virkin og sosial, og vit gleða okkum at hitta fólk her og læra meira um mentanina og vinnuna í økinum. Tit eru vælkomin at steðga okkum á gøtuni ella bjóða okkum til ein kaffimunn. Fólk í Finnlandi drekka annars mest kaffi í heiminum!” siga tey.

“Evnið fyri okkara uppihald í Vági er íblástur. Vit halda longu, at Føroyar eru sera inspirerandi, og vit vóna eisini at minna fólk á, hvussu vakurt og áhugavert hetta staðið veruliga er.”

Meðan tey eru í Vági, verður eisini skipað fyri einum tiltaki saman við teimum, har øll eru vælkomin at luttaka. Nærri kunning um hetta kemur seinni.

Stuðulsætlanin, sum ger tað møguligt hjá hesum talgildu nomadunum at koma til Vágs, er partur av verkætlanini “Coworking for Village Life”, sum fær stuðul frá Nordic Atlantic Cooperation (NORA).

Les meira um nýggju nomadarnar:

Alina Sippolainen: alina@apelago.fi

Aaro Sippolainen: aa.sippolainen@gmail.com

Veikko Kähkönen: veikko@veikkokahkonen.com
 



Deil á facebook