TT

Tekni-løta í Miðlatúni

05.03.2026

Okur bjóða til eina øðrvísi og hugnaliga tekni-løtu í Miðlatúni, við íblástri frá rákinum Drawing is Free. Tekni-løtan verður leidd av Lenu Marczyńska, listakvinnu, sum er ein av digitalu nomadunum í Vági.

Tekni-løtan verður fyriskipa soleiðis:

1 sangur × 1 uppstilling × 1 tekning
Hvør tekning varir so leingi sum tónleikurin spælir. Tá sangurin endar, broytist uppstillingin – og ein nýggj tekning byrjar. Okur byrja við eini stuttari innleiðslu og tekna síðan saman. 

Talan er um eina kveikjandi og ókeypis løtu við kreativiteti og felagsskapi – kom einsamøll/-ur ella tak ein vin við.

Dato: 11. mars 2026
Klokkan: 19:00–20:30
Stað: Miðlatún
Kostnaður: Ókeypis
Onki aldursmark
Tilmelding er ikki neyðug

Øll eru vælkomin, eisini óroynd.


Deil á facebook