Nógv arbeiðir í gongd
Í løtuni er nógv arbeiðir ígongd hjá Vágs Kommunu, og tað sæst týðiliga aftur kring alla bygdina. Fleiri verkætlanir verða framdar samstundis, bæði innan vegagerð, ljósviðurskifti, havnalagi og bygningar. Hetta er liður í miðvísa arbeiðinum at betra um infrakervið og fyrireika bygdina til framtíðina.
Vegir verða dagførdir
Í síðstu viku varð gjørt klárt til asfaltering á Fossavegi. NET hevur fresað spor í vegin og lagt rør í til fibur, sum fer at tryggja betri talgildar umstøður í framtíðini. Nú verður eisini Vágsvegur frá minnisvaraøkinum og út til rundkoyringina gjørdur klárur. Á báðum vegunum skal nakað av asfalti fresast av, áðrenn nýtt asfalt verður lagt, so arbeiðið kann gerast á haldgóðum grundarlagi.
Parkeringsplássið við Frelsunarherurin verður somuleiðis gjørt klárt og verður asfaltera saman við Vágsvegi. Hetta fer at geva eitt betri og meira skipað parkeringsøki í miðbýnum.
Nýtt vognrúm í Eikilund
Í næstu viku byrjar arbeiðið at gera vognrúmið í Eikilund. Tað gamla rúmið verður tikið niður, og síðani verður nýtt bygt upp aftur. Hetta er ein neyðug dagføring, sum fer at tryggja betri karmar og longri haldføri hjá bygninginum.
Betri umstøður á havnini
Ein onnur týðandi verkætlan, sum fer ígongd um ikki so langa tíð, er at gera ein nýggjan pullart á Smyrlakaiini. Endamálið er at tryggja, at størri ferðamannaskip kunnu liggja trygt við kai í Vági. Átta ferðamannaskip hava longu boðað frá, at tey koma á vitjan í ár, og tí er umráðandi, at havnarumstøðurnar eru í lagi.
Klárt til summari
Nú várið stundar til, verður eisini farið undir at fríðka um ymsastaðni í bygdini. Grønøkir og felagsøkir verða snøggað, so bygdin tekur seg væl út. Serliga verður dentur lagdur á fyrireikingarnar til Jóansøka, sum í ár verður hildin í Vági. Tá skal bygdin vera klár til at taka ímóti mongu gestunum, ið koma á vitjan og hátíðarhalda stevnuna saman við vágbingum.
Fleiri verkætlanir á veg
Hetta eru bert nakrar av teimum verkætlanum, sum eru og fara ígongd í næstum. Fleiri aðrar ætlanir eru á skránni hjá kommununi – men meir um tær seinni. Samanumtikið er greitt, at nógv virksemi er í Vági í løtuni. Við miðvísum arbeiði verður bygdin dagførd, so hon er væl fyri – bæði til gerandisdagin hjá borgarunum og til tey mongu, ið vitja bygdina.
Tað er gleðiligt at síggja, at so nógv virksemi er í gongd í kommununi. Okur arbeiða miðvíst við at betra um umstøðurnar í Vági og fyrireika býin til bæði borgarar og gestir, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.