Nýtt vognrúm til Eikilund
06.03.2026
Mánadagin 9. mars byrjar arbeiðið at gera nýtt vognrúm í Eikilund. Mett verður, at arbeiðið tekur 7–8 vikur.
Byrjað verður við niðurtøku og at gera økið byggiklárt. Núverandi vognrúm verður tikið heilt niður, og ein nýggjur bygningur verður bygdur á sama staði.
Arbeiðið at gera nýggja vognrúmið standa tekniska deild hjá Vágs Kommunu og SHBygg fyri.
Í samband við arbeiðið verður ein tillagað bingja brúkt sum vognrúm. Væntast kann eisini, at órógv verður á parkeringsviðurskiftunum við Eikilund í hesum tíðarskeiði.
Í fíggjarætlanini fyri 2026 varð avsettur peningur til at gera eitt nýtt og tíðarhóskandi vognrúm til Eikilund.
Sí mynd niðanfyri yvir arbeiðsøkið og hvussu viðurskiftini við Eikilund verða fyriskipað.