Fossavegur nærum liðugt fyrireikaður til asfaltering
Arbeiðið at fyrireika Fossaveg til asfaltering er nærum liðugt. Um góða viku verður byrja at fresað ovasta lagið av koyribreytini av.
Í góðar tríggjar vikur hevur graviarbeiði verið á Fossávegi. Talan hevur verið um fyrireikingar til, at vegurin skal asfalterast. Kaðalar eru lagdir í vegin og út til húsini fram við Fossavegi, og kloakkir eru dagførdar og ristir klárar at leggja í vegin, tá asfalti verður lagt á.
Í komandi viku og vikuna eftir verður ovasta lagið av koyribreytini fresað av. Hetta verður gjørt, fyri at nýtt lag av asfalti kann leggjast á. Í samband við fresingina og asfalteringina verður nærri kunning løgd út til borgarar á vegastrekkinum.
Asfalteringsarbeiðið stendur fyritøkan Kreton fyri, og teir borgarar, sum ynskja at fáa parkeringspláss ella annað asfalterað, kunnu venda sær beinleiðis til Kreton á telefon 56 70 70 og avtala nærri. Kostnaðurin fyri at asfaltera á privatari ogn ber borgarin sjálvur.