Rockbólkurin Norðkraft á Ljósfest 2026
Tað er við gleði, at okur kunna avdúka, at super góði tónleikabólkurin Norðcraft spælir leygarkvøldið 15. august á Ljósfestini í Vági.
Norðkraft sum spælur harðan og góðan rocktónleik, hava givið fleiri tónleikaløg út, síðani føroyski / danski rockbólkurin var stovnaður í 2016.
Tónleikutin hjá Norðcraft tók meira dik á seg frá 2024 og til dagin í dag, har fleiri stakløg eru givin út. M.a kunnu okur nevna: “ Heim frá Amerika “ “ Marianna” “ Skít! Líkamikið” og “ Gloym meg “.
Tónleikurin hjá Nordkraft er eisini nógv at hoyra í Føroyum, og er eisini sera væl móttikin í Danmark.
Annars var tað sangarin við framúrskarandi rockrøddini Edmund Jacobsen, og okkara evnaríki guitarleikari Mikkjal Hvannastein sum tóku stig til at stovnað Norðkraft í 2016, har teir saman við Matthew Anyanwu og Peter Jakobsen manna bólkin.
Edmund Jacobsen og hinir úr Norðkraft, fara eisini at spæla fleiri av kendastu av landaplágunun hjá Chase. Tað er eisini úr Chase okur kenna Edmund best, sum forsangara í bólkinum við 2 tónleikaútgávum á baki.
Chase útgav sína fyrstu útgávu í 1992, sum bar heitið “ Chase “ so kom “ Sum Tjóvur Á Nátt” út í 2001. Chase var so avgjørt eitt av heilt stóru rockbólkunum sum vit kenna til í Føroyum.
Hitt sum “ Fyrstu ferð “ 7 míl frá Hoolywood” og vakri og stilli sangurin “ Sakni teg “, vóru nógv spældir og hóast langt er ímillum, so er Chase framvegis frammi viðhvørt.
Til Ljósfestina leygarkvøldið 15 august í Vági , verður Norðkraft mannaður við dugnaligari føroyskari manning.
Teir eru: Edmund Jacobsen sang, Mikkjal Hvannstein guitar, Kristoffur Mørkøre bass og á trummun verður tað James Olsen, sum eisini var við í Chase saman við Edmund Jacobsen.
Ljósfestin í Vági verður 14.–16. august 2026