Kunngerð um løgtingsvalið
Atkvøðugreiðslan í Vágs kommunu á løgtingsvalinum tórsdagin 26. mars 2026 verður í samkomuhøll skúlans.
Atkvøtt verður frá
kl. 10.00 til kl. 20.00
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu greiða atkvøðu á Býráðsskrivstovuni ella í Miðlatúni til og við onsdagin 25. mars 2026 kl. 16.00.
Miðlatún hevur opið leygardagin 21. mars 2026 kl. 12 – 14.
Tey, íð vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið. Boðað má verða frá til Býráðsskrivstovuna tlf. 663000 í seinasta lagi kl. 15.00 henda dagin.
Valkort verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Býráðsskrivstovuna sum skjótast.
Valstýrið í Vági.