Kunngerð um fólkatingsvalið
Vísandi til at fólkatingsval er útskrivað og verður týsdagin 24. mars 2026, verður hervið kunngjørt, at veljarar greiða atkvøðu í samkomuhøll skúlans.
Atkvøtt verður frá kl. 09.00 til kl. 20.00 ella so leingi, veljarar møta uttan steðg.
Veljarar, íð sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Býráðsskrivstovuni ella í Miðlatúni til og við fríggjadagin 20. mars 2026 kl. 15.00. Eisini er møguligt at greiða brævatkvøðu í Miðlatún leygardagin 21. mars 2026 millum kl. 12-14.
Tey, íð vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við leygardagin 21. mars 2026, men má boðað verða frá til Býráðsskrivstovuna tlf. 663000 í seinasta lagi kl. 1200 fríggjadagin 20. mars 2026.
Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, íð standa á vallistanum.
Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Býráðsskrivstovuna sum skjótast
02. mars 2026
Valstýrið í Vági