Digitalir nomadar geva sítt íkast til Vág
Í meira enn ein mánað hava Lena og Damian úr Póllandi verið búsitandi í Vági sum partur av Arctic Digital Nomads Grant. Í alt komu 14.846 umsóknir inn til stuðulin, og Lena og Damian vóru millum tey, sum vóru vald at koma til Vágs.
Meðan tey arbeiða fjararbeiði, leggja tey eisini dent á at gerast ein virkin partur av lokalsamfelagnum.
Fríggjadagin skipaði Lena fyri einari verkstovu, har luttakarar kundu gera sítt egna pick-up band, og er hettar eitt gott dømi um, hvussu digitalir nomadar ikki bara búgva og arbeiða her, men eisini deila sínar førleikar og skapa nýggj sambond í bygdini.
Ein verkstova verður aftur fríggjadagin 6. mars kl. 17.00–20.00 í Vevistovuni, Vágsvegur 77 (inngongd niðri undir), har møguleiki verður at veva títt egna mynstraða band. Avmarkað pláss er, og tilmelding fer fram her.
Mælt verður til at taka sítt egna garn við í tínum yndis liti, helst bumull.
Arctic Digital Nomads Grant er stuðlað av NORA.