TT

Søk um atkvøðurætt til løgtingsvalið

26.02.2026

Nú ber til hjá borgarum at søkja um atkvøðurætt talgilt. Talan er um borgarar, sum búgva uttanlanda í lestrarørindum og sum seinast høvdu Vágs Kommunu, sum føroyska kommunu.

Umsóknin kann gerast skjótt og einfalt umvegis sjálvavgreiðsluna hjá kommununi á Vanganum. Við talgildu loysnini sleppa borgarar undan at møta persónliga á kommunuskrivstovuni, hóast hesi møguleiki enn er.

Kommunan heitir á borgarar, ið hava tørv á at søkja um atkvøðurætt, um at nýta talgildu sjálvavgreiðsluna á Vanganum ella møta í borgaratænastuni skjótast gjørligt. Løgtingsvalið er sum kunnugt tann 26. mars 2026.

Sjálvavgreiðslan finnist her, undir Oyðubløð á okra heimasíðu og á Vangasíðuni hjá kommununi. Í sjálvavgreiðsluni finnast eisini nærri vegleiðingar um, hvussu umsóknin verður send inn.

Sjálvt valið

Leggið til merkis, umsóknin er bert fyri at fáa atkvøðurætt. Sjálvt valið av flokki ella uppstillaðum persón fer fram á nærmasta borgerservice, konsuláti ella líknandi í útlendsku kommununi. 


Deil á facebook