TT

Virkisvitjan: Bakstur og bygging

19.02.2026

Í vikuni vóru limir frá Havna- og vinnunevndini og vinnumennarin aftur og vitjaðu fyritøkur í Vági. Byrjað var í kondittarínum hjá Shailu, ið tók væl ímóti okkum. Shaila greiður frá, at nokk er at gera, tíbetur. Dagliga koyrir hon vøru í handlar her í Vági og á Tvøroyri, og harumframt eru sera nógvar bíleggingar til køkur v.m. Kondittaríi hjá Shailu er væl útgjørt, og stór íløga er gjørd í at útvega ovnar, kuldaskáp og aðra útgerð, ið hoyrir einum nútímans kondittaríi til.

Shaila greiðir frá, at hon hevur mangan hugsað at fingið sær ein lærling, men hetta má bíða inntil børnini eru vorðin eldri, tí tað er krevjandi at hava lærling.

Maðurin, Eddie,  siglir í frálandavinnuni, og Shaila sigur, at tað er eitt puslispæl at fáa børn, arbeiðið og frítíð at ganga upp tá maðurin er burturi. Tá hann er heima, er hann henni ein stór hjálp á kondittarínum. 

Shaila letur væl at søluni og sigur, at vágbingar eru raskir at stuðla og seta prís uppá tað góða handverkið, ið eyðmerkir vørurnar frá Shailu. 

Næst vitjaðu okur hjá byggifyritøkuni Norcon úr Vági. Vitjað var uttanfyri nýggja íbúðarbygningin, ið framvegis er í gerð, á Bøgøtu. Stjórarnir, Hjalmar Magnussen og Rúni Eyðunsson, eru bæði blíðir og týðir og greiða frá um nýggju íbúðirnar, og vísa okkum runt á arbeiðsplássinum, og sær alt avbera gott út. Stórur áhugi er fyri íbúðunum, verður greitt frá. Íbúðirnar eru stórar, 100 fermetrar og prísurin á 1.85 mió. Kr. er yvirkomiligur. 

Okur fáa okkum ein drekkamunn uttanfyri í sólini og prátið gongur gott. Greitt er, at umframt at Norcon er ein stór og væl rikin fyritøka, eru oddamenninir framsýntir og bera alsk til bygdina. Teir gleðast um alla framgongd og vilja verða ein partur av at skapa framgongd í bygdini.

Nógvar stórar fyritøkur brúka stórar upphæddir fyri at læra seg sociala ábyrgd (Corporate Social Responsibility) men her á Bøgøtu standa tveir vágbingar, ið vísa í verki, at social ábyrgd er teirra medferð og avspeglar, hvussu fyritøkan verður rikin. 

Okur takka fyri góða og inspirerandi vitjan hjá Shailu og Norcon og ynskja teimum blíðan byr.



Deil á facebook