TT

Fossávegur verður fresaður

18.02.2026

Í sambandi við fyrireikingina at asfaltera Fossáveg verður vegurin fresaður. Tað er Føroya Tele, sum stendur fyri arbeiðnum, og hetta er liður í arbeiðinum hjá Føroya Tele at leggja fiburkaðalar til øll hús.

Meðan vegurin er fresaður, og til kaðalar eru lagdir í og rennurnar eru fyltar aftur, er ikki loyvt at súkkla ella rulluskoyta á Fossávegi.

Skeltir eru eisini sett upp á Fossávegi við kunning um forboðið og við áheitan á fólk um at ansa sær til gongu og í bili.


Deil á facebook