TT

Sjey starvslærunæmingar á dagstovnaøkinum

18.02.2026

Í løtuni eru sjey næmingar í starvslæru á dagstovnaøkinum hjá Vágs Kommunu. Næmingarnir eru deildir yvir alt dagstovnaøkið og umboða ymisk náms- og útbúgvingarstig í Føroyum.

Ein námsfrøðilesandi og ein námsfrøðiatstøðingur í starvslæru í barnagarðinum, meðan tveir námsfrøðiatstøðingar er í starvslæru í forskúlanum Sóljuni. Eisini er ein námsfrøðiatstøðingur í starvslæru í vøggustovuni og ein í frítíðarskúlanum. Afturat hesum er ein næmingur úr 9. flokki í praktik í barnagarðinum.

Tað er sera gleðiligt, at næmingar velja at koma í starvslæru hjá Vágs Kommunu. Hetta er fyrstu ferð í longri tíð, at so nógvir næmingar eru í starvslæru í senn, og tað síggja okur sum eitt jaligt tekin um áhugan fyri økinum. Sigur Eyðhild Mørk, dagstovnaleiðari. Og heldur fram.

Starvslæran er eisini við til at styrkja fakliga arbeiði á dagstovnaøkinum. At hava starvslesandi skapar góðar fortreytir fyri, at okur støðugt arbeiða við námsfrøði, og at okur miðvíst flætta saman teori og praksis í dagliga arbeiðinum. Saman kunnu okur skapa bestu møguligu fortreytir fyri menning og trivnað hjá børnum og ungum í kommununi.

Vágs Kommuna leggur stóran dent á gott samstarv við útbúgvingarstovnar. Tað hevur stóran týdning fyri okum, at okur samstarva við Heilsuskúlan í Suðuroy, Vágs skúla og Fróðskaparsetur Føroya, tá næmingar skulu í starvslæru. Okur eru sera glað fyri hetta samstarvið og síggja tað sum ein týðandi part av at menna bæði fakligheit og framtíðar arbeiðsmegi á økinum.


Deil á facebook