TT

Sjáldsamur morgungestur

18.02.2026

Í morgun vaknaðu vágbingar upp til ein heldur sjáldsaman morgungest. Ein roysningur var komin upp á land á Gørðunum, og hetta dróg skjótt eina størri mannfjøld oman á Garðarnar.

Fólk søgdu seg hava hoyrt um ein roysning við Garðarnar tíðliga í morgun, og bæði børn og vaksin fóru oman at síggja  sjáldsama gestin við egnum eygum. Roysningurin lá friðarligur í mølini, meðan fólk í stillum tóku myndir og prátaðu um óvæntaðu vitjanina. Tað er ikki gerandiskostur, at roysningar koma uppá land í Vági.

Vágs Kommuna heitir á borgarar um at halda frástøðu til roysningin – bæði fyri trygdina hjá sær sjálvum og hjá djórinum.



Deil á facebook