TT

Javni: Systkinabólkur fyri børn í Suðuroy

06.02.2026

Javni skipar í næstum fyri einum systkinabólki í Suðuroy á Tvøroyri fyri børn í aldrinum 9–15 ár, sum hava eina systur ella ein beiggja við serligum tørvi. Í Javna spyrja vit ikki um diagnosur, og tí er hvørki diagnosa ella slagið av tørvi hjá systkininum viðkomandi í hesum sambandi.

Endamálið við systkinabólkinum er at skapa eitt trygt frírúm, har børn kunnu møta øðrum í somu støðu, deila tankar og kenslur, fáa vitan og reiðskap og bara vera børn saman við øðrum, sum skilja teirra gerandisdag.

Tilboðið er ókeypis, og bólkurin verður leiddur av fakfólki. Í viðheftu síggjast nærri upplýsingar um innihald, tíðir og tilmelding.

Um tit hava spurningar ella ynskja nærri kunning, eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við Javna.

Við vón um gott samstarv og frammanundan tøkk fyri hjálpina at røkka teimum, sum kunnu hava størstan ágóða av hesum.


Deil á facebook